Reglurnar fyri Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum eru at finna í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um Kærunevnd í almanna og heilsumálum, sum seinast broytt við ll. nr. 79 frá 29. mai 2017
Kærunevndin í almanna- og heilsumálum viðger kærur um
Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna
Kærufreistin er 4 vikur
Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum
Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 5 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum
Í kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni
Sigmund Poulsen, advokatur og formaður
Varalimur: Annfinn V. Hansen, advokatur
Kári Rasmussen, lækni
Varalimur: Jeaneth Løkjá, lækni
Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi
Varalimur: Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi.
Valskeiðið hjá nevndini er 1.1.2018 til 31.12.2021
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til
Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til fks@fks.fo