21.03.2024

Ársfrágreiðingin fyri 2023 er nú at finna á heimasíðuni

Ársfrágreiðingin hjá Kærustovninum fyri 2023 er nú at síggja á heimasíðuni.

Í stuttum kann sigast, at umskipanin av Føroya Kærustovni, sum varð sett í verk tann 1. januar 2022, er nú endaliga komin á mál. Skiftistíðin hevur eydnast væl og nýggja skipanin hevur líðandi fingið rótfesti á Føroya Kærustovni.

Í 2023 móttók Kærustovnurin 396 nýggj mál, sum er tað hægsta síðani 2016.

Eisini talið av avgreiddum málum varð sera høgt hetta árið og vórðu heili 399 mál avgreidd. Eisini hetta er hægsta talið síðan 2016, sum varð eitt heilt serligt ár við óvanliga nógv avgreiddum málum.

Vert er at leggja til merkis, at talið av tvingsilsmálum er trífaldað í mun til árið frammanundan og at kærur um skatta- og avgjaldsmál er munandi hægri enn tað hevur verið seinastu árini.

Ársfrágreiðingin í síni heild kann lesast her

()