22.08.2023

Føroya Kærustovnur sóknast eftir sjúklingaráðgevum

Sambært psykiatrilógini skulu sjúklingaráðgevar tilnevnast í øllum førum, tá talan er um tvingsil á Psykiatriska Deplinum.

Í hesum sambandi leita vit eftir persónum at virka sum sjúklingaráðgevar. Talan er ikki um fulltíðarstarv, men um at tú verður góðkendur sum sjúklingaráðgevi og tilnevndur, tá tørvur er á hesum.

Uppgávur

Uppgávan hjá tær sum sjúklingaráðgevi er at vegleiða sjúklingin og geva honum ráð í øllum viðurskiftum í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á psykiatrisku deild. Tú skalt somuleiðis hjálpa sjúklinginum at seta í verk og gjøgnumføra møguligar kærur, og um til ber, vera hjástaddur, tá kæran verður viðgjørd.

Førleiki

Serlig útbúgvingarkrøv eru ikki til at gerast sjúklingaráðgevi, men ynskiligt er, at tú hevur innlit ella royndir, ið verða mettar at vera viðkomandi. Tú arbeiðir kanska í heilsu- ella sosiala økinum. Tú ert kanska prestur, sálarfrøðingur, lærari ella á annan hátt serliga væl skikkaður at røkja uppgávuna sum sjúklingaráðgevi. Eingin starvsbólkur verður tó frammanundan tikin fram um aðrar.

Løn- og setanartreytir

Føroya Kærustovnur finnur fram til og góðkennir sjúklingaráðgevarar og kunnar teir um psykiatrilógina og uppgávur teirra. Eitt yvirlit yvir góðkendu sjúklingaráðgevarnar verður síðan latið til Psykiatriska Depilin, sum tilnevnir sjúklingaráðgevarnar í hvørjum einstøkum føri og eisini lønar ráðgevunum. Samsýningin er ásett í kunngerð nr. 132 frá 5. oktober 2009 um sjúklingaráðgevar.

Umsókn

Freistin at søkja er 8. september 2023. Umsóknir við prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
fks@fks.fo

Áhugað eru vælkomin at seta seg í samband við Beintu Festirstein, løgfrøðing á tlf. 320585 fyri at frætta nærri.

()