20.12.2021

Kærustovnurin umskipaður

Tann 23. november 2021 samtykti Løgtingið Løgtingslóg um Føroya Kærustovn.

Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2021 til 1. januar 2024 fer Føroya Kærustovnur tí at vera í eini skiftistíð. Kærunevndir verða í hesum tíðarskeiðinum tiknar av og virkisøkið teirra flutt til Føroya Kærustovn.

Føroya Kærustovnur fer frá at vera skrivstova hjá kærunevndum, ið viðgera avgerðir hjá almennum myndugleikum, til at vera ein sjálvstøðugur kærumyndugleiki fyri fyrisitingarligar avgerðir, tá tað er ásett í løgtingslóg ella við heimild í løgtingslóg. Harumframt fer Føroya Kærustovnur at taka avgerðir í málum, tá ið tað er ásett í løgtingslóg.

Fyri borgaran, ið ynskir at kæra eina avgerð frá einum almennum myndugleika, verður ongin broyting í mun til hvørjar avgerðir kunnu kærast, eins og ongin broyting verður í málsviðgerðini og upplýsingini av málinum.

Hóast kærunevndirnar verða avtiknar, verður kollegiala skipanin varðveitt, soleiðis at tað altíð eru minst trý fólk við í málsviðgerðini hjá Kærustovninum. Eisini verða serkønir ráðgevar knýttir at Føroya Kærustovni og fær Føroya Kærustovnur sær neyðuga serkøna ráðgeving, sum verður tikin við í viðgerðina eftir tørvi. Í ávísum málum taka tey serkønu altíð avgerð saman við Føroya Kærustovni.

Tann 1. januar 2022 verða tær fyrstu kærunevndirnar tiknar av. Talan er um Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina og Kærunevndina hjá Studna.

Tær eftirverandi kærunevndir og nevndir verða tiknar av eftir eini tíðarætlan ásett í § 16 í Løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og virkisøkið teirra verður tá flutt til Føroya Kærustovn.

Inntil allar kærunevndir og nevndir eru tiknar av, virkar Føroya Kærustovnur í skiftistíðarskeiðinum fram til 1. januar 2024 sum skrivstova hjá hesum kærunevndum og nevndum.

()