Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn
Vit sóknast eftir løgfrøðingi til tíðaravmarkað starv í eitt ár fyri løgfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Setanin er frá 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá átta kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini, Tvingsilsnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.
Um teg
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.
Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.
Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.
Vit bjóða
Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir.
Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.
Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til
Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. november 2021. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo