02.07.2024

Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn

Vit sóknast eftir løgfrøðingi til tíðaravmarkað starv í eitt ár fyri løgfrøðing í farloyvi. Setanin er frá 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum

Føroya Kærustovnur er evsti kærumyndugleiki innan fyrisitingina í skattamálum, almannamálum, familjumálum, vinnumálum og fleiri øðrum málum. Føroya Kærustovnur tekur eisini avgerð um skuldarumskipan, tvingsil og barnavernd.

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið á Kærustovninum fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Arbeiðsøkið er breitt, so møguleiki verður at royna seg á ymsum økjum.

Um teg

  • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.

  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.

  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.

  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagarnir eru dugnaligir.
  • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
  • Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.
  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Umsóknir

Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn

Postrúm 45

110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 12. august 2024. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Um stovnin

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum, lestrarstuðulsmálum, lendismálum, vinnumálum, barsilskipanarmálum, psykiatrimálum, arbeiðsloysisskipanarmálum og náttúruverndarmálum. Kærustovnurin tekur eisini avgerð í málum um barnavernd, tvingsil og skuldarumskipan. Á stovninum starvast í løtuni fjúrtan fólk, stjórin, tíggju løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.

()