16.05.2023

Skrivstovufólk til Føroya Kærustovn

Føroya Kærustovnur leitar eftir dugnaligum skrivstovufólki til farloyvisstarv.

Arbeiðsuppgávur

Sum skrivstovufólk verður tú ein partur av skrivstovutoyminum og kemur at standa fyri innheintan av upplýsingum og at hava samskifti við borgarar og myndugleikar um innkomin mál. Umframt at talan verður um alt vanligt skrivstovuarbeiði, herundir skráseting og rættlestur, kemur tú eisini at taka tær av fundarvirkseminum og at hava um hendi praktiskar uppgávur á stovninum.

Um teg

  • Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving.
  • Tú hevur góðan málkunnleika í føroyskum og royndir við rættlestri.
  • Tú hevur góðar roknskaparførleikar.
  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlagni.
  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á, og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
  • Hevur tú góðan telduførleika og royndir við Skjalhaldi, er hetta ein fyrimunur.
  • Hevur tú royndir innan almenna fyrisiting, er hetta eisini ein fyrimunur.

Um okkum

Arbeiði á Kærustovninum fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Føroya Kærustovnur er í eini broytingartíð og er nú bæði avgerðarmyndugleiki innan ávís kæruøki og skrivstova hjá Psykiatrisku Sjúklingarkærunevndini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum.
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar.
  • Møguleika fyri fakligari menning.
  • Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.

Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Talan um farloyvisstarv frá 1. august 2023 til 30. november 2024.

Meiri at vita

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Umsóknir

Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn

Postrúm 45

110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 2. juni 2023. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

Um stovnin

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum, lestrarstuðulsmálum, lendismálum, vinnumálum, barsilskipanarmálum og arbeiðsloysisskipanarmálum. Kærustovnurin tekur eisini avgerð í málum um skuldarumskipan og fyrireikar harumframt mál til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Høvuðsbarnaverndarnevndina og Tvingsilsnevndina. Á stovninum starvast í løtuni trettan fólk, stjórin, níggju løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.

()