Dátuvernd
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Føroya Kærustovni at tryggja, at øll viðgerð av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina (t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 2020 um vernd av persónupplýsingum).
Nær viðger Føroya Kærustovnur persónsupplýsingar?
Í dagliga virksemi sínum viðger Føroya Kærustovnur persónsupplýsingar. Hetta er í høvuðsheitum í sambandi við kjarnuvirksemi stovnsins, sum er at viðgera kærur, men eisini í sambandi við t.d. starvsfólkamál, setanarmál og fyrispurningar til stovnin.
Í flestu førum fevnir viðgerðin um skráseting, goyming og víðarigeving av persónsupplýsingum. Persónsupplýsingarnar fevna oftast um vanligar samskiftisupplýsingar so sum navn, bústað, teldupost og tílíkt.
Í sambandi við viðgerð av ítøkiligum kærumálum, málum hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og málum hjá Skuldarumskipanarnevndini kemur eisini javnan fyri, at Føroya Kærustovnur viðger viðkvæmar persónsupplýsingar.
Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum
Kjarnuuppgávan hjá Føroya Kærustovni er at vera skrivstova hjá kærunevndum, ið viðgera avgerðir hjá almennum myndugleikum.
Kærustovnurin upplýsir málini og ger løgfrøðilig tilmæli til niðurstøðu, sum verða løgd fyri nevndirnar til støðutakan.
Eisini er Føroya Kærustovnur skrivstova hjá Skuldarumskipanarnevndini og Høvuðsbarnaverndarnevndini. Her er uppgávan eisini, at tryggja, at málini eru upplýst á nøktandi hátt, soleiðis at nevndirnar kunnu taka avgerðir á einum fult upplýstum grundarlagi.
Júst hvørjar upplýsingar eru viðkomandi í einum máli, er sera ymiskt og er knýtt at hvørja nevnd talan er um og hvat málið ítøkiliga snýr seg um.
Føroya Kærustovnur hevur sum meginreglu, at øll viðgerð av persónsupplýsingum skal tæna einum nágreiniliga tilskilaðum endamáli, sum er ítøkiliga heimilað.
Heimild fyri viðgerðini
Føroya Kærustovnur viðger persónsupplýsingar í sambandi við, at Føroya Kærustovnur viðger kærur og mál annars. Uppgávan hjá Føroya Kærustovni er m.a. at tryggja, at málini eru upplýst, soleiðis at nevndirnar kunnu taka avgerðir á fult upplýstum grundarlagi.
Heimildin fyri viðgerðini er § 8, stk. 1, nr. 3 og nr. 5 og § 12, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
Føroya Kærustovnur viðger eisini persónsupplýsingar grundað á samtykki í summum førum – t.d. í sambandi við starvsumsóknir og umsóknir til Skuldarumskipanarnevndina. Viðgerðin er heimilað í § 8, stk. 1, nr. 1 og § 12, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Víðarigeving av persónsupplýsingum
Føroya Kærustovnur hevur nógvar ymiskar uppgávur, sum eru álagdar stovninum í teimum ymisku lógunum um tær ymisku kærunevndirnar, ið Føroya Kærustovnur virkar sum skrivstova hjá. Eisini er Føroya Kærustovnur álagdur ymiskar skyldur í fyrisitingarlógini, m.a. í sambandi við viðgerð av kærumálum.
Í sambandi við viðgerð av málum, kann vera neyðugt at senda persónsupplýsingar til annan myndugleika ella partar í málinum í sambandi við m.a. partshoyring. Tá Føroya Kærustovnur víðarigevur persónsupplýsingar - m.a. í sambandi við partshoyring - verður altíð gjørd ein ítøkilig meting um, hvørjar upplýsingar eru neyðugar av víðarigeva grundað á ítøkiliga endamálið við viðgerðini.
Oftast er talan um, at Føroya Kærustovnur sendir upplýsingar millum ein myndugleika og ein borgara – og ofta er talan um upplýsingar, sum partarnir kenna frammanundan, frá málsgongdini í sambandi við upprunaligu avgerðina hjá myndugleikanum, sum er kærd til Føroya Kærustovn.
Føroya Kærustovnur er eisini fevndur av lógini um alment innlit og reglunum um skjalainnlit partanna í fyrisitingarlógini, sum kann hava við sær, at persónsupplýsingar mugu víðarigevast.
Føroya Kærustovnur nýtir ikki dátuviðgerðar uttanlands og flytur sum meginregla heldur ikki persónsupplýsingar til útlond ella triðjalond, um ikki hetta er ítøkiliga heimilað í sambandi við viðgerð av máli, sum Føroya Kærustovnur viðger.
Varðveitsla av persónsupplýsingum
Føroya Kærustovnur er álagdur at goyma persónsupplýsingar soleiðis, at tað ikki ber til at eyðmerkja tey skrásettu í longri tíðarskeið enn neyðugt, við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Føroya Kærustovnur er ein almennur myndugleiki, sum skjalførir samskifti og móttiknar upplýsingar annars, sambært galdandi reglum og leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingar skulu goymast.
Mál hjá Føroya Kærustovni vera flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár eftir, at Føroya Kærustovnur hevur tikið avgerð í málinum.
Rættindi hjá skrásetta
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:
- Rætturin til kunning í §§ 23-25
- Rætturin til innlit í § 26
- Rætturin til rætting í § 27
- Rætturin til striking í § 28
- Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
- Rætturin til dátuflutning í § 31
- Rætturin til mótmæli í § 32-34
- Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Meira kunning um rættindi hjá skrásettum, og dátuvernd sum heild, er at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.
Klaga til Dátueftirlitið
Skrásett kunnu klaga til Dátueftirlitið í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, sbrt. § 76 í dátuverndarlógini.
Meira upplýsingar um Dátueftirlitið eru at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.
Dátuverndarfólk
Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónsupplýsingum á Føroya Kærustovni, kanst tú venda tær til dátuverndarfólkið á Føroya Kærustovni. Send ein teldupost við heitinum
“Att: dátuverndarfólk” til teldupostbústaðin fks@fks.fo