Arbeiðsloysisskipanarmál
Føroya Kærustovnur viðgerð kærur um avgerðir, ið Arbeiðsloysisskipanin tekur við heimild í ALS-lógini. Talan kann t.d. vera um avgerðir hjá Arbeiðsloysisskipanini viðvíkjandi afturgjaldi av ov nógv útgoldnum arbeiðsloysisstuðli, avgerðir um karantenu í Arbeiðsloysisskipanini, avgerðir í sambandi við feriu í Arbeiðsloysisskipanini ella aðrar avgerðir hjá Arbeiðsloysisskipanini tiknar við heimild í ALS-lógini.
Viðkomandi viðurskifti
Ein kæra til Kærustovnin skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.
Tað er ókeypis at kæra til Føroya Kærustovn. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 5 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.
Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Føroya Kærustovn í einum arbeiðsloysisskipanarmáli ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.
Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn
Føroya Kærustovnur
Í arbeiðsloysisskipanarmálum taka serkøn avgerð saman við Føroya Kærustovni. Í hesum málum verður Kærustovnurin tí settur við tveimum serkønum, umframt stjóra og einum ella tveimum løgfrøðingum.
Serkøn ráðgeving í arbeiðsloysisskipanarmálum verður veitt av persónum við serligum kunnleika til arbeiðsmarknaðarmál, ein umboðandi løntakarar, ein umboðandi arbeiðsgevarar.
Listi yvir serkøn, sum eru tilknýtt Kærustovninum, er at síggja á heimasíðuni. Trýst her fyri at síggja tey serkønu.
Samband
Kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til: fks@fks.fo