Barnaverndarmál

Føroya Kærustovnur tekur avgerðir grundaðar á tilmæli
frá barnaverndartænastunum kring landið. Talan kann t.d. vera um, at barnaverndartænasta sendir tilmæli til Føroya Kærustovn um umsorganaryvirtøku av barni. Føroya Kærustovnur viðger tilmælið og tekur síðani avgerð í málinum. Partarnir – ella umboð teirra vegna – fáa høvi at møta á fundi til tess at greiða frá sjónarmiðum teirra.


Føroya Kærustovnur tekur avgerð í málum viðvíkjandi:

  • Umsorganaryvirtøku
  • Samverurætt
  • Familjuviðgerð á stovnum hjá landinum
  • Dag- og samdøgurstilboð á stovnum hjá landinum, har samtykki ikki er fingið frá foreldramyndugleikanum ella barni yvir 15 ár
  • Rættin til ókeypis umboðan í omanfyrinevndu málum


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn

Viðkomandi viðurskifti

Partarnir í málinum kunnu kæra avgerð hjá Føroya Kærustovni til Føroya Rætt. Kærufreistin er 8 vikur eftir, at partarnir hava fingið avgerðina hjá kærustovninum.

Møgulig kæra um avgerð hjá Føroya Kærustovni kann sendast til:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo

sum síðani beinir málið í Føroya Rætt.

  • Vegleiðing um samsýning fyri ókeypis umboðan
    Vegleiðing um samsýning fyri ókeypis umboðan
()