Náttúruverndarmál
Føroya Kærustovnur viðger kærur um avgerðir, ið Umhvørvisstovan hevur tikið eftir náttúruverndarlógini ella reglum ásettum við heimild í lógini. Økið er fjølbroytt, og avgerðirnar kunnu t.d snúgva seg um tøku av djórum, ið nátúrliga liva vill, innflutning av livandi ella lívførum lívverum og útseting av t.d. lívverum sum ikki finnast natúrliga í Føroyum.
Viðkomandi viðurskifti
Ein kæra til Kærustovnin skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Tað er týdningarmikið, at kærda avgerðin verður latin saman við øðrum viðkomandi skjølum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er fráboðað. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum um haldgóðar orsøkir eru.
Lógargrundarlag
Reglurnar um kæru av avgerðum í nátturuverndarmálum eru ásettar í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um nátturuvernd
Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn.
Føroya Kærustovnur
Í nátturverndarmálum verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Føroya Kærustovnur kann leita sær ráðgeving frá serkønum persóni í sambandi við fyrireikanina av málinum. Harumframt er eisini møguleiki fyri, at Føroya Kærustovnur verður settur við luttøku av serkønum persóni ella persónum.
Listi yvir serkøn, sum eru tilknýtt Kærustovninum, er at síggja á heimasíðuni. Trýst her fyri at síggja tey serkønu.
Samband
Kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
Ella við telduposti til: fks@fks.fo