Vinnumál

Føroya Kærustovnur viðger kærur á vinnuøkinum. Málsøki er víttfevnandi og fevnir um nógv ymisk sløg av málum sum t.d. avgerðir hjá Akstovuni um koyrikort, avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um innflyting av vandamiklum djórum og avgerðir hjá Umhvørvisstovuni um vápnaprógv – bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.


Í vinnumálum viðger Føroya Kærustovnur kærur um:

  • Avgerðir hjá Akstovuni eftir ferðslulógini
  • Avgerðir hjá Arbeiðseftirlitinum eftir lóg um arbeiðsumhvørvi
  • Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Avgerðir hjá Fjarskiftiseftirlitinum eftir lóg um fjarskifti
  • Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftir lóg um matvørur v.m., lóg um aling av fiski, lóg um djórasjúkur, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
  • Avgerðir hjá Kappingarráðnum eftir lóg um kapping
  • Avgerðir hjá Landsverk eftir lóg um landsvegir og lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
  • Avgerðir hjá Posteftirlitinum eftir lóg um postvirksemi
  • Avgerðir hjá Skráseting Føroya eftir partafelagslógini, smápartafelagslógini, ársroknskaparlógini, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, lóg um vinnu og lóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðaravirkir
  • Avgerðir hjá Sjóvinnustýrinum eftir kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal
  • Avgerðir hjá Tryggingareftirlitinum eftir lóg um tryggingarvirksemi
  • Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir kunngerð um vápnaprógv
  • Harumframt viðger Føroya Kærustovnur kærur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftinum


Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til Kærustovnin skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra til Føroya Kærustovn. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 5 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Føroya Kærustovn í einum vinnumáli ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn

Føroya Kærustovnur

Í vinnumálum verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Føroya Kærustovnur kann leita sær ráðgeving frá serkønum persóni í sambandi við fyrireikanina av málinum. Harumframt er eisini møguleiki fyri at Føroya Kærustovnur verður settur við luttøku av serkønum persóni ella persónum.

Listi yvir serkøn, sum eru tilknýtt Kærustovninum, er at síggja á heimasíðuni. Trýst her fyri at síggja tey serkønu.

Samband

Kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo

()