Uppgávur stovnsins
Kjarnuuppgávan hjá Føroya Kærustovni hevur fram til 1. januar 2022 verið, at vera skrivstova hjá kærunevndum, ið viðgera avgerðir hjá almennum myndugleikum.
Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2022 til 1. januar 2024 var Føroya Kærustovnur í eini skiftistíð, har Føroya Kærustovnur byrjaði at taka avgerðir á nøkrum økjum, samstundis sum stovnurin hevði skrivstovuvirksemið hjá ávísum kærunevndum og nevndum um hendi. Eftir hetta skiftistíðarskeið er Føroya Kærustovnur ikki skrivstova hjá nøkrum nevndum longur, men tekur nú avgerð á øllum økjum, sum eru løgd til stovnin.
Virksemið hjá Føroya Kærustovni er grundað á meginregluna um, at øll eru líka og hava sama rætt sambært lógini. Føroya Kærustovnur virkar fyri, at rættar avgerðir verða tiknar stundisliga.
Føroya Kærustovnur sum sjálvstøðugur kærumyndugleiki
Føroya Kærustovnur er kærumyndugleiki fyri fyrisitingarligar avgerðir frá almennum myndugleikum, tá ið tað er ásett í lóg, løgtingslóg ella við heimild í løgtingslóg.
Tann 1. januar 2022 vórðu Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum, Kærunevndin hjá Studna og Skatta- og avgjaldskærunevndin avtiknar, og virkisøkið teirra lagt til Føroya Kærustovn.
Tann 1. juli 2022 vórðu Kærunevndin í lendismálum og Vinnukærunevndin avtiknar og virkisøkið teirra lagt til Føroya Kærustovn.
Tann 1. januar 2023 varð Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini niðurløgd og virkisøkið lagt til Føroya Kærustovn.
Tann 1. juli 2023 varð Psykiatriska Sjúklingakærunevndin avtikin og virkisøkið lagt til Føroya Kærustovn.
Tá kæra er innkomin sær Føroya Kærustovnur til, at málið er fult upplýst soleiðis at tað er klárt til støðutakan.
Tá ið málið er fult upplýst, verður Føroya Kærustovnur settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Í serligum førum kann stjórin gera av, at Føroya Kærustovnur verður settur við stjóranum og fýra løgfrøðingum.
Í málum, har serkunnleiki verður mettur neyðugur fyri viðgerðina, kann Føroya Kærustovnur verða settur við stjóranum og einum ella tveimum løgfrøðingum umframt einum ella tveimum viðkomandi serkønum.
Sí nærri kunning um kærunevndirnar og málsøkini, sum Føroya Kærustovnur umsitur, her
Føroya Kærustovnur sum avgerðarmyndugleiki í øðrum málum enn kærumálum
Tann 1. juli 2023 varð Høvuðsbarnaverndarnevndin avtikin og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn.
Kærustovnurin viðger barnaverndarmál og tekur m.a. avgerð um umsorganaryvirtøku av børnum og um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum. Útgangsstøðið er, at barnaverndartænasturnar hava lýst málini til fulnar, áðrenn tey verða send Kærustovninum og er uppgávan tá fremst av øllum at kanna, um grundarlag er fyri at fylgja tilmælinum ella ikki, herundir at kanna, um upplýsingarnar eru nøktandi til støðutakan og at syrgja fyri at fáa til vega neyðugar upplýsingar, um hetta ikki er so.
Tann 1. januar 2024 varð Tvingsilsnevndin niðurløgd og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn.
Á hesum øki tekur Føroya Kærustovnur bæði støðu til, um tilmæli um tvingsilsinntriv frá kommunum og Almannaverkinum kunnu góðkennast, samstundis sum Føroya Kærustovnur eisini viðger kærur um framd tvingsilsinntriv og ávísar avgerðir hjá myndugleikunum.
Sí nærri kunning um kærunevndirnar og málsøkini, sum Føroya Kærustovnur umsitur, her
Føroya Kærustovnur viðger umsóknir um skuldarumskipan
Tann 1. juli 2022 varð Skuldarumskipanarnevndin avtikin og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn.
Føroya Kærustovnur viðger eisini umsóknir frá borgarum um eftirgeving, útsetan og umskipan av skuld. Les meira um hetta økið her